Ítróttaháskúlin fær nýtt næmingaheim

Nærum fullsett til vársskeiðið 2020 og nógvar tilmeldingar eru eisini til heystskeiðið 2020.

Ítróttaháskúlin í Suðuroy er helst millum størstu sólskinssøgur á skúlaøkinum í Føroyum seinastu árini. Virksemi á Ítróttaháskúlanum byrjaði í august 2016, tá 17 næmingar byrjaðu á Ítróttaháskúla í Vági. Við dugnaligari leiðslu og starvsfólkum hevur Ítróttaháskúlin skjótt ment seg til at verða eitt framúr spennandi tilboð, sum dragur ungdómar til sín úr øllum landinum og uttanlands.

Síðan á vári 2017 hevur verið arbeitt miðvíst við ætlan um næmingbústað til Ítróttaháskúlan. Á sumri 2017 gjørdist Bústaðir partur av ætlanini og saman við Bústaðir er ætlanin ment, soleiðis at nú er farið undir sjálva byggingina av næmingabústaðinum til Ítróttaháskúlan. Tað eru Kontrast arkitektar, sum hava teknað bygningin. Bústaðir letur byggja næmingabústaðin, og byggifyritøkan Norcon byggir næmingabústaðin til Ítróttaháskúlan í Suðuroy vesturi við Parkina á Sandinum í Vági.

Tann 17. apríl 2019 var hátíðarløta við Parkina á Sandinum í Vági, tá spakin varð settur í fyri nýggja næmingabústaðinum til Ítróttaháskúlan í Suðuroy.