Jørgen Niclasen hevur sent uppskot til hoyringar, har sonevndi ítróttarfrádrátturin skal tvífaldast.
Seinnu árini hava fólk, ið fáa avmarkaða samsýning frá ítróttafeløgunum havt rætt til serstakan ítróttarfrádrátt. Hesin hevur gjørt, at hjálparfólk hjá ítróttafeløgum kunnu fáa upp til 15.000 kr. um árið sum skattafría samsýning. Tað hevur leingi verið eitt ysnki hjá Ítróttasambandinum at hækka hetta tal til 40.000 kr., og nú røkist fyri eini munandi hækkan.
Jørgen Niclsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, váttar fyri Kringvarpinum, at hann hevur sent uppskot til hoyringar, har frádrátturin skal tvífaldast upp í 30.000 kr.
Frádrátturin verður bert veittur til hjálparfólk, ið forvinna í mesta lagi 15.000 krónur um árið fyri ítróttarligt virksemi. Er inntøkan t.d. 16.000 kr., verður øll lønin roknað sum skattskyldug.










