Tær tríggjar Rakul Debes, Durita Olsen og Rakul Svabo Egholm fingu fríggjadagin eitt 13 tal í part fyri teirra verkætlan við evninum »Menniskja ? skapandi og oyðandi«.
? Eg havi arbeitt her á skúlanum í 20 ár, og eg veit ikki um eg havi givið nakað trettantal fyrr, sigur Eyðun á Borg, lærarin, sum hevur staðið fyri verkætlanini.
Tær tríggjar høvdu undir hesum evninum valt sær list sum høvuðsevni, og viðgjørt tær trý listarlig øki, orðlist, myndlist og tónlist.
Fyrireikað
Verkætlanin hevur verið í gongd síðani januar mánaða, og hava tær tríggjar gjørt nógv burturúr fyrireikingunum.
Tær høvdu gjørt videoupptøkur, har tær høvdu tosað við trý listarfólk umboðandi hvørja grein. Ingálvur av Reyni, Oddvør Johansen og Brandur Enni vórðu spurd, hvat loyndarmálið var við listini, og hví tað liggur í menniskjum at skapa.
? Eisini høvdu tær yrkt ein romantiskan sang, sum tær sjálvar høvdu gjørt lag til. Til framløguna sungu tær sjálvar, meðan tær spældu klaver og gittara, og meðan sangurin varð spældur vórðu myndir vístar, sum vóru tiknar í Sandágerði, sum hóskaðu seg til orðini, greiðir Eyðun á Borg frá.
Eisini varð stovan pyntað við ljósum, perum og reyðum hjørtum. Harafturat høvdu tær málað á nøkur toypetti, sum tær hongdu upp, meðan framløgan var.
Rakul, Durita og Rakul fingu eisini skreytblað handað, og á tí stóð: »Framúrskarandi framløga. Alt væl fyrirekað frá byrjan til enda. Evnið lýst á fjølbroyttan og hugvekjandi hátt, m.a við samrøðum við listarfólk, sjónbandsupptøkum, sjálvgjørdum málningum, sjálvgjørdum og sjálvframførdum filmi og sangi. Sera gott samstarv og arbeiðsbýti. Snøgt sagt: Eitt listarverk! Próvtal: 13«.
Eisini varð ein køka bakað, sum var bjóðað, meðan framløgan var. Hon var pyntað við góðgæti, og var orðið »list« skrivað við bommum á henni.
Rakul, Durita og Rakul ganga í 9. b í Argja skúla.