Træta skal ikki til Haag

Stjórnin í Suðurkorea havnaði í dag einum uppskoti frá Japan um at lata Altjóða Dómstólin í Haag avgera eina trætu millum londini um nakrar oyggjar, sum bæði londini kanna sær. Suðurkoreanska stjórnin sigur, at hon hevur ongan áhuga í at lata dómstólin í Haag viðgera málið, og hon endurtekur, at bæði landafrøðiliga og søguliga eru oyggjarnar partur av Suðurkorea.

Oyggjarnar eru mitt ímillum Suðurkorea og Japan, og Japan hevur fyrr skotið upp at leggja málið fyri dómstólin í Haag, men eisini tá søgdu suðurkoreanar nei.

Oyggjarnar eru smáar, men tær eru í einum øki, sum er góð fiskileið, og harafturat verður hildið, at gass er undir havbotninum.