Føroyska lagið í Kiev er einki serligt, nú dómarin júst hevur bríkslað fyri hálvleiki. Ukreina er á odda 3-0.
Leingi bendi einki á, at føroyska liðið skuldi fáa slíkan sekk í 1. hálvleiki. Ikki fyrrenn í 40. minutti setti Ukreina hol á við langskoti. Tríggjar minuttir seinni øktu teir til 2-0, tá ið tað miseydnaðist Einari Hansen við kroppinum at temja bóltin inn til málverjan, og í síðsta minutti av 1. hálvleiki varð tað 3-0, eftir langskotsroynd og returbólt, sum sprakk út frá aftur Jákupi Mikkelsen.










