Trý systkin úr Fuglafirði fara at hava listaframsýning á Mentanarvikuni í Runavík Systkini Dagny, Jógvan og Nikolina Kristiansen úr Fuglafirði fara at sýna fram blíantstekningar og málningar í býráðssalinum í Runavík á Mentanarvikuni, sum er frá 28. oktober til 4. november.
Tey trý hava ikki havt framsýning saman fyrr. Tey hava altíð teknað nógv. Jógvan og Nikolina fáast serliga við andlitsmyndir, meðan Dagny brúkar akryl og dámar best at mála.
Listaframsýningin í Býráðssalinum er opin í Mentanarvikuni gerandisdagar frá 10 til 16 og leygar- og sunnudag frá 15 til 19.
Kelda: Runavíkar kommuna