Trýstu ov seint

Innskifti Andrias Lava Olsen sigur, at føroyska trýstið kom ov seint

Fótbóltur

 

Andrias Lava Olsen, sum var innskiftur fyri Andrew av Fløtum, tá góðir tjúgu minuttir restaðu, heldur, at føroyingarnir skuldu byrjað trýstið á rumenarnar áðrenn.

- Vit eru ov seinir. Teir fáa ein mann útvístan tíðliga í seinna hálvleiki, og tá eru møguleikin fyri stigi avgjørt góðir.

Hvussu var at koma inn í ein tílíkan dyst sum einsamallur framherji?

- Tað var torført, og tað tekur altíð nakrar minuttir at koma fyri seg. Men eg eri nøgdur. Føroyska landsliðið má dúva upp á skjótálop, og tí er tað sjálvsagt, at tú verður eitt sindur einsamallur. Men vit stríddust væl, og stuðlaðu hvørjum øðrum, sigur Andrias Lava Olsen, sum hevur góðar vónir at vinna sær pláss í byrjunaruppstillingini.