Finnur Helmsdal
Vit eiga at takka fyri, at vit eiga hann, og hann er sanniliga enn ein orsøk til, at vit eiga at biðja faðirvár og takka so hjartaliga fyri, at hann er okkara millum. Jú, eg meini við trístjørnaða reportaran hjá Útvarpinum. Hann er so gløggur, ja, sum eingin annar. Hóast orðaskiftið um vektgjaldið vardi tveir og ein hálvan tíma, so legði trístjørnaði tilmerkis, at andstøðan kvetti ikki í tvey hesar samfullu tíggju korterini. Hvat fáa hasir andstøðutinglimirnir løn fyri? At sita og tiga, meðan teir tríggir anstøðuflokkarnir tosa í fýra ymiskar ættir um mál, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum helt samgongan var fult samd um. Ja, var tað rætt, so skuldu allir í anstøðuni verið trektir fyri 2 1/2 tíma í løn hósdagin, og kanska skuldu teir í samgonguni fingið tað frádrigna oman á sína løn. Løgið, at allir í anstøðuni skuldu velja at tiga ein og sama dag, í einum máli, har teir annars hava so nógv upp á hjartað.
Eg veit, at teir hugsa nógv um umhvørvið. At teir vita, at nýggir dieselbilar ikki dálka meira enn bensinbilar, og so slettis ikki teir, sum hava fingið ísett partikulfiltur. Teir í andstøðuni vilja tí, at teir reinu dieselbilarnir ikki eiga at verða revsaðir við hægri vektgjaldi. Eg veit, at teir halda, at hýruvognar skulu sleppa nógv lættari í veggjaldi, enn teir gera í dag. Eg veit, at teir halda, at bilur, sum bert brennir rapsolju, skal gjalda millum lítið og einki í vegskatti, og at tað er blóðskeivt, at slíkur bilur skal rinda eins nógv í veggjaldi, sum ein dieselbilur ger í dag.
Eg veit eisini, at landsstýrismaðurin er samdur við rættiliga nógvum av tí, sum andstøðan meinar um hendan spurningin. Hví fjandin siga tey tað so ikki. Hví nýta tey ikki høvi til at bera hetta fram undir 1. viðgerðini av lógaruppskotinum um vektgjald. Hví tagdu tey øll 11.
Ella var tað soleiðis, at andstøðan var kanska mest aktiv í orðaskiftinum í tinginum hósdagin, men at trístjørnaði ikki legði tað tilmerkis? Trúgvi ikki, at trístjørnaði kann hava mist ella ikki hoyrt tað, um andstøðan segði okkurt. Men OK. Kanska hava tey í andstøðuni sagt okkurt, men var tað so fátæksliga býtt og tí ikki vert at endurgeva.
Álvaratos, tað er og verður mær ein gáta, at leiðslan í Útvarpi Føroya letur trístjørnaða sleppa at endurgeva eitt einasta orðaskifti. So tendensiøsur og út um alt mark subjektivur. Nevnda orðaskiftið endurgav trístjørnaði soleiðis, at hann tagdi alla andstøðuna fullkomiliga burtur og royndi so at geva einum klandri millum tríggjar samgonguflokkar ein seriøsan dám. Er fremsta uppgáva hjá public service stovni ikki at endurgeva soleiðis, at lurtarin ella hyggjarin fær eina so sanna og objektiva mynd av støðuni, sum tilber? Eg sigi bara, trístjørnaði er ein trístjørnað kúla. Eg siga bara, farvæl Sofus.