EB/Streymur hevur í kvøld tryggjað sær trý stig við 2-1 sigri á heimavølli ímóti B71.
Stutt fyri leiklok minkaði B71 um munin. Málskjútti var Clayton Soares, sum eftir innlegg og eitt sindur av aftur og fram setti bóltin framvið René Tórgarð.
EB/Streymur hevði síðstu løtuna fleiri stórar møguleikar. Tann størsta fekk Marcello. Hann tiltuskaði sær brotsspark, sum hann sjálvur tók sær av og misnýtti.