Trý stig til Símun Samuelsen

Fótbóltslagið er gott í Keflavík í kvøld. Høvuðsstaðarfelagið Fram hevur seinnapartin vitjað, og gestirnir vórðu sendir til hús aftur við 1-0 tapi.

Einsamalla málið varð skorað sjey minuttir eftir steðgin. Málskjútti var Jóhann B. Guðmundsson, sum sendi fríspark úr vinstru og í brotsteigin. Símun Samuelsen, sum alla tíðina var á miðvøllinum hjá heimaliðnum, leyp upp, men hann rakk ikki bóltin. Málverjin og allir hinir vórðu snýttir, og bólturin sigldi í málið.

Fýra minuttir undan leikloki sá Jón Gunnar Eysteinsson hjá Keflavík gult fyri aðru ferð, og tískil var heimaliðið undirmannað síðstu løtuna. Hóast teir vóru ein færri á vøllinum, so vóru tað teir á heimaliðnum, sum síðstu løtuna pressaðu mótstøðumenninar.