Tað gongur sum eftir ánni hjá KÍ í 1. deild. Aftur leygardagin eydnaðist tað at vinna fulla úrtøku, og nú er KÍ komið so mikið langt upp á stigatalvuna, at tað er rættuliga nógv at geva av í kappingini um at sleppa undan niðurflyting.
Leygardagin vitjaði næstbesta liðið hjá B68, og eftir tætta uppgerð varð B68 sent til hús við 1-0 tapi. Sigursmálið skoraði veteranurin Jan Joensen. Tað restaðu 20 minuttir, tá ið Jan sendi fríspark beinleiðis í málið aftanfyri Petur Meinhard Magnussen, sum hesa ferð var B68 málverji.