Trý stig til HB

Fyrsti dysturin eftir at Sámal Erik Hentze er vorðin HB venjari saman við Rúna Nolsøe hilnaðist væl.

HB hevur í dag vunnið 2-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Málskjúttar vóru Hendrik Rubeksen í 1. hálvleiki og Rókur av Fløtum Jespersen tíggju minuttir eftir steðgin.

EB/Streymur royndi at svara aftur, men tað eydnaðist ikki. Heldur var HB fram ímóti dystarenda vandamikið í snarálopum.