Trý stig til Gilla - Kaj Leo á bonkinum

AaB vann í dag 1-0 á FC Nordsjælland í superliguni í Danmark. Føroyski landsliðsspælarin Gilli Rólantsson Sørensen kom á vøllin seinasta korterið.

 

Gilli Rólantsson Sørensen hevur ikki spælt seinastu vikurnar við AaB, tí hann hevur verið sjúkur. Hann bleiv klárur til landsdystin móti Liktenstein, og er nú aftur at síggjá vøllinum fyri AaB.

 

AaB hevur við sigrinum vunnið seg upp á annað pláss, men Sønderjyske kann vinna plássið aftur í hesum umfarinum.

 

Kaj Leo á bonkinum

Dinamo Bukarest tapti í kvøld heili 4-1 fyri oddaliðnum, Astra Giurgiu. Kaj Leo í Bartalsstovu sat á bonkinum allan dystin. Dinamo Bukarest liggur á fjórða plássi.