Trý stig til Eyðvør

Mislata CF vann í dag á heimavølli ímóti einum av toppliðunum

Tvær tær fyrstu ferðirnar var úrtøkan soltin. Í dag var hópin frægari hjá Eyðvør Klakstein og liðfeløgum hennara í næstbestu sponsku deildini.

 

Í dag hevði Mislata CF heimavøll ímóti grannafelagnum Aldaia. Mislata CF er á sjeynda plássi, og Aldaia er næstfremst.

Talan var um tætta grannauppgerð. Tað var Mislata CF, ið tiltuskaði sær bestu møguleikarnar, og tað var heimaliðið, sum skoraði einasta málið. Hetta var miðskeiðis í seinna hálvleiki eftir hornaspark.

 

Eyðvør Klakstein tykist hava vunnið sær fast pláss á liðnum. Aftur í dag var hon á vøllinum alla tíðina. Fyrst var hon framrættaður miðvallari, og síðstu løtuna var hon í álopinum.

 

Næsta vikuskifti verður ikki spælt. Um tvær vikur skulu Eyðvør og tær spæla á útivølli ímóti Elche.