Trý stig til Claus

Eftir leikbannið hevur føroyski landsliðsspælarin endurvunnið plássið millum teir fyrstu ellivu í Coventry

ONGLAND 1. DEILD

Úrtøkan hevur í fyrsta partinum av kappingini verið soltin hjá Coventry City og føroyska landsliðsspælaranum Claus Bech Jørgensen. Teir hava støðugt verið í vanda fyri at detta niður skeivu megin keðiligu strikuna.
Coventry er framvegis millum botnliðini. Teir eru bert eitt stig frammanfyri triði aftasta plássið, sum er tað besta niðanfyri strikuna. Men hesa ferð hilnaðist tað væl. Coventry hevði vitjan av Luton, sum telist millum teirra, ið kappast millum tey bestu, og Coventry vann 1-0. Málið fingu teir tíðliga í 2. hálvleiki.
Hetta var bara triði sigurin hjá Coventry í sekstan teimum fyrstu umførunum. Venjarin segði seg vóna, at góða úrtøkan hesa ferð fer at bera størri sjálvsálit við sær. Hann helt, at leikliga avrikið hesa ferð boðaði frá, at sjálvsálitið ikki er nóg stórt.
Claus Bech Jørgensen hevði undan vikuskiftinum tvær ferðir sitið uttanfyri, tí hann var leikbannaður. Nú hann var tøkur aftur, fekk hann pláss millum teir fyrstu ellivu. Claus var á vøllinum, inntil tað restaðu fimm minuttir.
Longu mikukvøldið skal Coventry aftur í eldin. Tá fara teir at fáa vitjan av gamla høvuðsstaðarfelagnum Stoke, sum eftir sekstan tey fyrstu umførini hevur fingið nítjan stig og harvið er trý stig frammanfyri Coventry.