Trý stig til B71

Tað er gott fótbóltslag heima á Sandi nú seinnapartin.

Sandoyingar kendu støðuna hættisliga undan uppgerðini ímóti ÍF, og støðan gjørdist ikki betri, tá ið fuglfirðingar løgdu seg á odda við máli, sum Andy Olsen skoraði eftir sending frá Alexander Jovevic.

Eitt korter undan leikloki misti ÍF málverjan, og tað var avgerandi. Málverjin tók beinini undan Gudmundi Nielsen, og dómarin vísti Andras Gango reyða kortið.

Clayton Soares javnaði við brotssparkinum, og tað var sami maður, sum skoraði sigursmálið, sum eykamálverjin hjá ÍF átti sín lut í.