Trý stig til B36

Tað stóð nógv á hjá B36, men tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, stóð 2-1 til B36 á máltalvuni.

Bergur Midjord legði B36 á odda í 1. hálvleiki. Eftir steðgin gekk nógv leingi fyri seg á heimahálvuni, og tað eydnaðist Andreas Lava Olsen at javna til 1-1.

Henda støðan helt sær tó bara í eina løtu, tí tað eydnaðist B36 at skjóta sigursmálið. Patrick Sunday varð skiftur inn, og fyrstu ferð hann nært bóltin, skoraði hann sigursmálið. Johan Ellingsgaard royndi ímóti málinum, Geza Turi hálvbjargaði, og Patrick Sunday var fyrstur á returbóltinum.