Atli Danielsen var á sentralum miðvallarplássið allar 90 minuttirnar, tá ið Frem í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í gjár vann rudduligan 3-0 sigur í Århus á Fremad.
Atli Danielsen átti sín lut í 2-0 málinum. Hann sendi fríspark ímóti málinum, málverjin hálvbjargaði, og ein av Frem spælarunum sparkaði returbóltin í málið.
Tað hevur verið torført hjá Frem í fyrstu umførunum. Teir hava tapt tríggjar ferðir, og hetta var annar sigurin.