Trý stig í part

Tað er sjáldan, at liðini fáa trý stig í part, men soleiðis hevur tað verið millum HB og EB/Streym. Í dag hava næstbestu liðini hjá hesum báðum feløgunum spælt landskappingardyst í Gundadali. HB vann 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

Rói Danielsen legði HB framum lítla løtu undan steðginum, og Tummas Hans Rubeksen økti um leiðsluna í 62. minutti. Jóan Petur Holm staðfesti heimasigurin í síðstu løtu.

Síðsta leygardag spældu somu lið í Streymnesi. Ta ferðina vann EB/Streymur 2-0. Bæði málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Málskjúttar hjá EB/Streymi vóru Niels Pauli Danielsen og Ási Joensen.

Tískil hava HB og EB/Streymur í 1. deild vunnið trý stig í part.