Trý stig millum nummar 1 og 5

Dysturin um ovasta sessin í bestu sponsku deildini er óvanliga tættur. Ikki óvæntað eru tað Barcelona, Sevilla, Real Madrid og Valencia, sum liggja á fýra teimum fremstu sessunum, men nakað óvæntað er tað kortini, at Barcelona, Sevilla og Real Madrid øll hava 38 stig nú kappingin í Spania er komin í helvt.
Á fjórða plássi er Valencia við 36 stigum og í hølunum á teimum kemur Atletico Madrid, sum hevur 35 stig. Tað merkir, at munurin millum fyrsta og fimta pláss í Spania í løtuni bert eru trý stig.
Barcelona hevur best málúrtøku av teimum trimum ovastu. Teir hava eisini bert spælt 18 dystir í mun til Sevilla og Real Madrid, sum hava spælt 19 dystir.