Trý stig móti góða drykkinum

Ísur er fyrsta treytin fyri at tú fær ein góðan drykk. Fyrsti feilurin fólk gera, tá tey blanda í heimabarrini, er ikki at koyra ís í drykkin. Tú skal hava ís. Nógvan ís.

Orsøkin til at tú skal brúka nógvan ís er, at drykkurin skal haldast ísakaldur longri, og soleiðis verða eitt betri produkt. Hetta kann samanberast við eina sodavatn, sum tá hon er blivin heit verður lítið leskilig og alt ov søt.


Orsøkin til at tú fær nógvan ís í drykkin í eini barr er sostatt ikki fyri at barrin kann spara upp á sínar vørur. Sama mongd av brennivíni, likøri og øðrum fer í drykkin, og hann verður sostatt ikki veikari, men gevur ein betri smakk og tú harvið fær eitt betri upplivilsi.


Næsti feilurin er at nýta for nógv sukur. Tá tú blandar ein cocktail, er tað meiningin at brennivínið skal smakka til. Tá talan er um ein longdrink verður smakkurin av brennivíni meira doyvdur niður við ymsum øðrum smakkum. Harafturat sigst at sukur ger timburmenninar verri. Eitt gott ráð móti timburmonnum og fyri at betra um góðskuna og smakkin á drykkinum er tí at spara upp á sukrið. Eitt gott ráð er eisini at brúka flormelis ella sukurstengur ístaðin fyri sukur.


Frískar fruktir eru eisini eitt must, tá tú ætlar tær í gongd við at blanda. Serliga verður limefruktin nógv brúkt, men eisini sitrón og appilsin eru hentar at hava í huga, tá tú keypir inn til serliga høvið.


Frísku fruktirnar, saman við brúsvatni – Danskvand - og sukurlaka av kókaðum vatni og flormelis ella rørsukri eru góðir avloysarar fyri sodavatn og syntetiskar likørar sum Rose’s Lime. Umframt at tað pyntar við frískum fruktum, gevur tað eisini ein meira natúrligan smakk enn syntetiskt framleiddu likørarnir.