Sigfríður Clementsen er maðurin, sum saman við Mikkjali Thomassen, skal hála B36 upp eftir stigatalvuni. Maðurin, sum framvegis er løntur av EB/Streymi, hevur áður gjørt B36 til meistarar, kennir Mikkjal Thomassen ógvuliga væl, og bæði í EB/Streymi og í B36 var Mikkjal Thomassen ein av leikarunum hjá Sigfríða Clementsen. Í so máta er ikki talan um nakað nýtt samstarv teirra millum.
Saman skulu teir gera tað, Mikkjal Thomassen ikki megnaði at fáa liðið til í nóg stóran mun.
Kappingarárið byrjaði annars so væl við trimum sigrum á rað, men 20. juni var seinast B36 fekk trý stig.
Hesum fara teir sjálvsagt eftir í morgin – B36 og AB spæla leygardagin klokkan 15.00 – og eru teir rímiliga væl fyri. Bæði Jóhan Ellingsgaard og Dennis Holmberg, sum hava havt trupulleikar av ávíkavist einum trælæri og einum vøddaskaða, verða eftir øllum at døma tøkir í morgin. Hinvegin er ivasamt hvussu verður við Ásbjørn V. Gunnarsson, sum hevur ein minni skaða at dragast við.
Fult fyri triðju ferð
Á Argjum hevur tað hepnast serstakliga væl teir báðar síðstu dystirnar. Fyrst settu teir meistararnar upp á pláss og vunnu 0-3, og síðani gjørdu teir aftur trý mál í móti NSÍ, meðan teir lótu eitt ígjøgnum.
Nú fara teir eftir – um ikki trimum málum – so í øllum førum trimum stigum, tá teir vitja í Gundadali. Í hesi roynd mugu argjamenn framvegis síggja burtur frá Heðin Stenberg og Jónas Stenberg, sum eru langtíðar skaddir, umframt at Høgni Joensen eisini hevur ein skaða og John Hansen framvegis er burturstaddur í lestrarørindum. Síðstnevndi verður væntandi aftur til næsta dystin hjá AB.