Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Rómurin var øgiligur, tá venjingin týsdagin var av. Sum vant varð endað við dysti millum yngru og eldru spælararnar, og triðju ferð upp í slag endaði hetta við, at teir ungu vunnu. Nakað sum annars ikki plagar at henda somikið ofta.
Tí var fyrsti spurningurin til Jákup Mikkelsen, um hetta var eitt tekin um, at yngru landsliðsfelagarnir nú vóru í holt við at yvirhála eldra partin av hópinum.
- Nei, tað haldi eg ikki. Tað er rættiliga tilvitað av okkum, at vit lata teir vinna. Teir eru ungir og hava tørv á at byggja sjálvsálitið upp, og vit hava nokk at geva av, sigur royndi málverjin.
Men er sjálvsálitið í hópinum ikki nóg gott í løtuni?
- Tað haldi eg avgjørt. Tað gav sjálvandi eitt ótrúligt lyft, at vit fingu hatta stigið móti Eysturríki. Vit hava roynt tað somikið ofta, har tað ikki hevur eydnast, so hetta hevur veruliga lyft hópin.
Hjá Jákupi er talan um hansara fjórða landsdyst í Litava. Undanfarnu tríggjar ferðirnar hevur talan verið um øgiligt trýst fyrstu løtuna av dystinum, og málverjin ivast ikki í, at hetta verður tað sama í kvøld.
- Tað ivist eg ikki í. Teir koma at trýsta okkum nógv fyrstu løtuna, og teir eru øgiliga sterkir. Serliga í deyðbóltsstøðum, har teir satsa 100% við hornspørkum, fríspørkum og innkøstum. So vit koma heilt víst at fáa okkum royndar.
- Hinvegin vænti eg eisini, at vit fáa okkara løtur í dystinum har vit kunnu spæla og kontra. Og tí er tað øgiliga týdningarmikið, at vit eru neyvir alla tíðina og spæla okkara møguleika, tá hesin kemur, sigur Jákup Mikkelsen.