Trýstið var ov stórt

Julian Johnsson viðgekk eftir dystin, at hóast føroyska vónin livdi leingi, so var týska trýstið og stórt

leikaraprát

Tað er einki at taka seg aftur í, at tað var ein svár løta hjá føroysku leikarunum eftir dystin móti týskarunum. Í samfullar 88 minuttir høvdu teir ímóti øllum forsøgnum hildið skansanum, og hóast eingin kann siga, at tað ikki var uppiborið, so mundi tað kennast tungt, tá Klose so úr stuttari fjarstøðu kundi stúta týska tokið avstað.
Ímyndin av føroyska stríðsviljanum hendan dagin mundi helst vera Julian Johnsson. Hann rennur vanliga nógv, men fáa ferðirnar munnu fetini hava verið so mong og nærdystirnir so harðir og nógvir í tali, sum teir vóru mikudagin.
Men sjálvt teir stinnastu stríðsmenninir mugu við hvørt geva skarvin yvir, og tað var meira ella minni tað, sum Julian mátti gera, tá dysturin var av.
- Vit liva allan dystin undir einum ótrúligum trýsti. Serliga í seinna hálvleiki. Teir seta jú bara meira og meira á, og spæla seg áhaldandi fram til møguleikar, so hatta mátti næstan koma fyrr ella seinni. Men keðligt var tað. Tað skal eingin ivast í, helt hann.
- Tá tað er sagt, so haldi eg eisini, at vit skulu vera nøgdir um avrikið. Hvør tann einasti leikarin framdi ein ótrúligan arbeiðsinnsats, og sjálvt um tað ikki var nokk, so gjørdu vit tað, sum stóð í okkara makt, og so gerst ikki meira, helt Julian, sum nú leggur leiðina til Íslands, har hann restina av kappingarárinum fer at royna seg við Á.
Og at tað verður ein missur hjá B36, man lítil ivi vera um. So kunnu útsagnirnar hjá leiðsluni í felagnum vera nóg so øvutar, men ein maður, sum í 90 minuttir taklar 11 týskarar mest sum um koll er ikki ein, sum tú uttan víðari finnur avloysarar til.