Trýstið merktist

Flestu av føroysku leikarunum mistu nøkur stig á karakterskalanum eftir steðgin. Hendan løtan lyfti tó Jákup Mikkelsen heilt langt upp, og samanumtikið var føroyska avrikið eins væl góðkent, sum stigið var kærkomið

1. Jákup Mikkelsen, KÍ (35 dystir/0 mál)
Stóð móti dystarenda sum seinasta føroyska bastiónin móti cypriotiska trýstinum, og serliga var tað honum fyri at takka, at eitt stig hóast alt kom burtur úr dystinum. Við einum vánaligum útspæli sum startskoti noyðist Jákup tó eisini at taka sær nakað av ábyrgdini fyri leiðslumálinum hjá Cypros. Hetta varð tó at kalla uppvigað av bjargingunum, sum vórðu framdar eftir steðgin.

2. Súni Olsen, GÍ (17/1)
Var á vanda plássinum á vinstra bakki, men var ikki eins sjónligur í framrættaða spælinum hesaferð, sum hann so ofta áður hevur verið. Einamest komst hetta tó av, at hann í fyrra hálvleiki í stóran mun skuldi hanga eftir, tá Claus stuðlaði føroyska álopsspælinum, og í seinna hálvleiki varð nærum ikki hugsingur um at flyta seg niðan á vøllinum, tá hann skuldi verja fyri Stavros Georgiou. Sýndi tó enn einaferð styrki sína í deyðbóltum, tá hann legið upp til fyrra føroyska málið.

4. Pól Thorsteinsson, B36 (36/0)
Hevði fyri tað allar mesta úr at gera í royndunum at ansa skiftandi gjøgnumbrotsroydnunum hjá kvika Marios Ilja og driblisterka Konstantinos Charalambidis. Serliga fyri steðgin eydnaðist hetta eisini væl, meðan trýstið eftir steðgin gjørdist munandi størri. Megnaði tó í nógvum førum at verja fyri innleggum av sínum kanti, og stóð í so máta royndina væl og virðiliga.

5. Jón Rói Jacobsen, Frem BK (19/0)
Tykist av álvara at vera í ferð við at spæla seg móti forminum, sum hann var í undan drúgva skaðasteðgin. Kvikleikin ger, at hann í nógvum førum kann sprinta seg framum mótstøðuleikarar, men góðu evnini at lesa spælið viðføra hinvegin, at hetta als ikki er neyðugt. Stóð seg eisini væl í avspælinum av bóltinum hesaferð, og fyri Føroyar er bara at fegnast um, at ein somikið týðandi leikari er komin fyri seg aftur.

6. Rógvi Jacobsen, HB (29/5)
Vísti enn einaferð máltevið, sum ger hann til ein av bestu málskjúttunum í altjóða søgu okkara. Hesaferð við eini bleytari innaru-síðu, sum fáur mundi vita, at hann megnaði. Var eisini tíðliga í dystinum við í fleiri vandamiklum atsóknum, sum tó ikki kastaðu mál av sær. Arbeiddi í aðrar mátar sera hart, soleiðis at hann kundi rúgva upp á bæði miðvølli og í álopspartinum, har luturin tó náttúrliga gjørdist minni, sum dysturin leið.

7. Fróði Benjaminsen, Fram (29/2)
Var sum ikki einaferð krumtappurin í føroyska uppspælinum. Hóast hann ikki altíð er eins eyðsýndur, so stóð hann faddur at uppspælinum til báðu føroysku skoringarnar, eins og tað nógva av uppspælinum onkursvegna fór um føtur hansara. Sum bóltvinnari hava evni hansara eisini alstóran týdning, men tað hevðí verið ynskiligt, um hann í seinna hálvleiki hevði megnað at átikið sær størri framrættaðan leiklut.

8. Julian Johnsson, ÍA Akranes (59/4)
Er við tíðini vorðin til ein av teimum heilt garvaðu á fótbóltslandsliðnum, og avrikið hesaferð var eisini í tráð við tað, sum vit vanliga kenna frá Juliani. Fyrst og fremst eitt megnar arbeiðsavrik, men í cypriotisku kombinatiónunum kom hann tó ofta at renna nyttuleysar metrar. Var eisini við styrki síni í luftini atvoldin til onkran av teimum kontramøguleikum, sum okkara høvdu í seinna hálvleiki.

9. Jákup á Borg, HB (36/2)
Situr helst framvegis rimmar fastur á plássinum á høgra miðvølli, men í løtuni tykist seinasti broddurin í spæli hansara at resta. Arbeiddi tó sera væl, og megnaði í nógvum førum at skerma cypriotiska spælið inneftir. Í álopspartinum eru tað tó fleiri, sum vilja hava sama leikaran, sum við vandamiklu innleggum sínum skapti hópi av møguleikum til liðið í seinastu undankappingini.

10. John Petersen, B36 (56/6)
Fekk seinasta korterið á vøllinum, og spurningurin er, um hetta ikki var ov lítið. Beinan vegin, sum hann kom inn, broyttist føroyska spælið nakað. Evnini at halda upp á bóltin og draga mótleikarar til sín, hevur hann í øllum førum framvegis, og einar tvær ferðir var hann við til at seta heilt vandamikil kontra ígongd, eins og hann var um at sleppa leysur ta einu ferðina, tó at dómarin ikki dugdi at síggja risa-frísparkið, sum tá varð gjørt.

11. Jónhard Frederiksbeeg, Skála (6/0)
Hevði sum einsamallur maður á toppinum truplar arbeiðsumstøður, men fyri tað nógv megnaði hann tó at arbeiða bæði hart og væl. Var eisini maðurin, sum legði bóltin aftur til Rógva og føroyska leiðslumálið. Sum einsamøll hóttan kundi hann tó verið meira beinleiðis í sínum spæli, og eitt nú kundi hann farið beina leið móti málinum, tá føroyskt kontra í seinna hálvleiki endaði við nyttuleysum tvørbólti.

12. Claus Bech Jørgensen, Coventry CFC (3/1)
Var maðurin, sum sendi Føroyar á sigurskós, tá hann við stútara sínum fann cypriotisku meskarnar, og yvir høvur var hann av teimum heilt sjónligu føroysku leikarunum fyri steðgin. Hevur ferðina og dirvið, sum ger, at hann kann bjóða av, eins og samspælið við liðfelagarnar longu er batnað heilt nógv. Viðhvørt kundi tað tó kosta nógv í verjustøðu okkara, tá hann leitaði inn á miðvøllin, men samanumtikið eitt sera gott avrik, sum tó endaði alt ov tíðliga av skaðanum, sum hann fekk.

13. Óli Johannesen, TB (69/1)
Føroyski liðskiparin gav enn eitt dømi um, at hann enn ikki hevur nakrar ætlanir um at sleppa dystarmetinum. Var ein sannur brandur í verjuni, har hann ferð eftir ferð átti seinastu tánni at sparka bóltin burtur, eins og tacklingar í evstu løtu fleiri ferðir vóru á skránni. Var eisini um reppið at verja fyri cypriotiska málinum, men ta ferðina mátti so eisini hann geva seg.

14. Andrew av Fløtum, Fremad Amager (15/1)
Loysti Jónhard av seinastu 20 minuttirnar, men fekk ikki heilt so nógv burtur úr hesum, sum hann møguliga hevði fingið við sama manni sum makkara. Ikki minst tí Andrew tá kundi spælt eitt vet longri afturi á vøllinum. Var tó um reppið at fáa góðan møguleika, eftir at John Petersen hevði lagt innfyri, men tað eydnaðist tó cypriotisku verjuni at rudda burtur.

15. Atli Danielsen, KÍ (7/0)
Varð at kalla tveittur fyri leyvurnar, tá hann eftir steðgin skuldi loysa Claus Bech Jørgensen av. Hevði fyrstu løtuna stórar trupulleikar at fella inn í spælið, men vann seg síðani rætta vegin, og arbeiðsliga lá hansara partur avgjørt ikki eftir. Fyrstu feilsendingarnar tóktust tó at hava kostað í sjálvsálitinum, og ynskiligt hevði tí verið, at hann í størri mun bjóðaði seg fram í føroyska spælinum.