Um eina løtu byrjar oddadysturin í bestu mansdeildini í flogbólti, tá ÍF og Fleyr hittast á Kambsdali.
ÍF liggur í løtuni á øðrum plássi við 15 stigum fyri 8 dystir, meðan Fleyr hevur 20 stig fyri 7 dystir. Sosatt er tað av stórum týdningi fyri ÍF, at teir vinna dystin í kvøld, soleiðis at teir nærkast oddaliðnum, og so samstundis fáa lagt luft millum seg og Ternuna, sum hevur 12 stig á triðja plássi.
Liðini hava higartil í ár leikt tveir dystir ímóti hvørjum øðrum, sum báðir eru endaðir 3-1 til Fleyr, men ikki hevur verið stórvegis munur á settunum, tí ofta hava bert verið tvey stig á muni við Fleyr omaná.
Dysturin byrjar klokkan 19.30. Kringvarpið stroymar dystin beinleiðis og leinkjan er henda:
https://www.youtube.com/watch?v=Lhg9VxtN-iw










