Trýstið økist á Trump

Fyrrverandi FBI ovastin, Robert S. Mueller, er nú settur sum kanningarleiðari í arbeiðnum, at kanna um nakað samband er millum Russland og valkampanjuna hjá Donald Trump.

 

Myndugleikarnir hava valt at seta ein, ið er uttanfyri skipanina at standa fyri arbeiðnum, tí síðan Donald Trump koyrdi FBI ovastan James Comey frá, hevur forsetin verið ákærdur fyri at royna at ávirka kanningararbeiðið hjá FBI.

 

FBI kannaði Mike Flynn, fyrrverandi ráðgeva hjá Donald Trump, og um hann hevði havt nakað samband við Russland og um tað hevði havt nakra ávirkan á forsetavalið, sum Donald Trump endaði við at vinna.

 

Donald Trump segði við fjølmiðlar, at hann tók undir við, at ein kanningarleiðari bleiv settur, tí hann fór bert at prógva tað, sum longu var greitt frammanundan, at hann hevði einki skeivt gjørt.