Tað verður nógv gjørt burtur úr bæði í høvuðsstaðnum og í Klaksvík, nú tað bara resta nakrir tímar, inntil onnur og møguliga avgerandi finalan í FM í kvinnuhondbólti er á skránni.
Fyrsta bríkslið verður klokkan 15, og viðhaldsfólkini hjá bæðí Stjørnuni og Neistanum ætla sær at vera í høllini longu ein tíma undan dystarbyrjan.
Trýstið er á Stjørnuni, tí mikukvøldið vann Neistin fyrstu finaluna, sum var í Havn, 27-23. Um Neistin vinnur í dag, so eru tær bláu meistarar. Um Stjørnan vinnur í dag, so verður triðja og avgerandi finalan í Havn í morgin.
-Mikukvøldið vóru vit ógvuliga klárar og tendraðar. Verjan var góð, og í álopspartinum eydnaðist okkara spæl. Í dag ætla vit okkum at vinna FM, og vit hava sama upplegg, sum vit høvdu mikukvøldið, sigur Jacklin Durhuus í Neistanum.
Í Stjørnuni kenna tær sjálvandi treytirnar undan dagsins dysti, og tær halda seg hava uppskriftinga uppá, hvat skal til fyri at vinna ídag:
-Vit trúgva upp á tað. Tað hjálpir okkum, at dysturin verður í Klaksvík. Fyrst og fremst mugu vit fáa verjuna at rigga, og í hinum endanum eiga vit ikki at misnýta hundrað prosent møguleikar, sum vit so ofta gjørdu mikukvøldið. Tað ber ikki til í tøttum finaludystum, sigur Simona Petersen, sum er ein av mest eyðsýndu spælarunum hjá Stjørnuni, men sum mikukvøldið varð hildin í rættuliga stuttum tjóðri.