Meistararnir í Víkingi eru topplið, meðan ÍF er næstaftast. Tað eru átta stig millum grannarnar, sum hittast í Fuglafirði seinnapartin.
Síðani 3-1 heimasigurin á EB/Streymi í øðrum umfari hevur ÍF úrtøkan í fimm dystum verið málleysir javnleikir ímóti HB og á Skála. Einasta ÍF málið í fimm ferðir 90 minuttum var tað í Klaksvík næstsíðsta leygardag. Eftir tríggjar útidystir og eitt stig í úrtøku eigur ÍF í dag aftur heimavøll.
-Vit iðraðu okkum um 3-1 tapið í Klaksvík, tí vit høvdu møguleika at vinna stig. Moralurin er góður, og vit hava gott mót, nú Víkingur verður gestur her í Fuglafirði, sigur ÍF spælarin Dánjal á Lakjuni.
Víkingarnir vóru vónbrotnir eftir 2-2 á heimavølli ímóti 07 Vestur:
-Vit spældu okkum til møguleikar at vinna, men vit megnaðu ikki at fáa nóg stóra úrtøku. Tað ber ikki til, at verjuspælararnir skulu skora øll málini, glósar høgri vongverjin Gert Hansen, sum skoraði bæði málini ímóti 07 Vestur og er Víkinga toppskjútti við trimum málum.









