Mansflogbóltur
Sørvingar kunnu framvegis gerast føroyameistarar í meistaradeildini, men ÍF kann við sigri longu hetta leikumfarið sikra sær gullið.
Oddaliðini bresta saman í Sørvági sunnudagin í sannari FM-finalu. Tíverri fyri SÍ er sigur í hesum dystinum ikki nóg mikið, tí Fram má eisini vinna á ÍF næsta leikumfar, um gullið skal til Sørvágs fyri fyrstu ferð.
Munurin á liðunum er at kalla eingin, og tí eru allar fortreytir fyri sera spennandi og jøvnum dysti. SÍ hevur aftur í ár sett alt ov nógv óneyðug stig til fyrr í kappingini, og tað kostar í síðsta enda, men møguleikin livir tó enn.
Í Havn verður grannauppgerð millum Fleyr og Fram. Einki er at ivast í, at Fram her fer at kanna sær bæði stigini. Fleyr hevur í ár eitt sera ungt og óroynt lið, og tó at Fram ikki longur kann røkka tí stóra, so kunnu teir við einum góðum enda móti fyrst Fleyr og síðani ÍF í øllum førum seta nakað av dámi á kappingina.