Hondbóltur
Tað er framvegis lagt upp til, at talan verður um sannan finaludyst, tá kvinnurnar hjá VB taka ímóti Stjørnuni á næst seinasta leikdegi.
Men eftir sigurin hjá Stjørnuni í Vestmanna mikukøldið stendur greitt, at tað er VB, sum hevur truplastu leiðina fram til hetta.
Eftirverandi dystarskráin hjá Stjørnuni ? tá sæð verður burtur frá VB-dystinum ? er nevnliga alt annað enn ræðandi. Stjørnan skal fram til hetta spæla heima móti Kyndli og úti móti Søljuni. Síðani kemur útidysturin móti VB, áðrenn rundað verður av við heimadysti móti Neistanum. Ein dystur, sum kanska kann arga nakað.
Hjá VB er í so máta eitt sindur øðrvísi. Hetta vikuskiftið vitja tær í Havn, har Neistin helst ætlar at gera ein vørr, og síðani er talan um heimadyst móti VÍF, sum helst framvegis vil spæla við, hóast talan nokk bara verður um heiðursmerki úr silvuri. Síðani er útidystur móti StÍF, áðrenn brakið móti Stjørnuni, men skal talan verða um brak, so krevst full úrtøka fram til hetta.
Søljan kann loysa
Og sum sagt, so er fyrsta royndin nú leygardagin, tá tær vitja í Havnini. Einki er at ivast í, at á pappírinum er tað VB, sum hevur betra liðið, og hevur liðið ein av sínum góðu døgum, so er einki at ivast í, hvønn veg stigini fara.
Neistin hevur hinvegin av og sveiggjað seg upp til nøkur sera góð avrik. Ikki minst seinasta dystin í grundspælinum, tá tær í Vági vunnu á VB, og júst tann sigurin kann kanska geva Neistakvinnunum mót til uppgávuna hetta vikuskiftið.
Sum nevnt omanfyri, so skal Stjørnan sunnudagin spæla heimadyst móti Kyndli, og har er einki at ivast í, at tvey trygg stig bíða. Stjørnan má so vera Katarinu Stepanov fyriuttan, men tað er einki at ivast í, at hetta ikki fer at nerva tað heilt stóra sunnudagin.
Tá spæla Søljan og StÍF eisini á Giljanesi, og tá er spurningurin, hvørt StÍF eftir sigurin á Kyndli kann lyfta seg enn longur, ella um Søljan hinvegin megnar at staðfesta munin, sum hevur verið niður til Kyndil størsta partin av árinum.