Trýstið er altíð har

John Petersen heldur sjálvur, at kritikkurin ikki var heilt rættvísur eftir dystin móti Malta, og sjálvur ætlar hann í øllum førum at tippa hendan leygardagin

Basel, Sveis: Hóast talan gjørdist um sigur á Malta herfyri, so var tað langt ífrá, at føroyska avrikið var nóg nøktandi í allar mátar.
Ein av leikarunum, sum í miðlunum fekk fleiri fleingjur, var John Petersen. Hann hevur annars átt púra tryggan sess á landsliðnum seinstu nógvu árini, men spurnartekin verða nú sett, hvørt hansara tíð á liðnum er um at vera runnin.
Tá vit eftir seinnu venjingina hósdagin fingu orðið á John, tóktist hetta tó ikki at vera nakað, sum hann bar stórvegis ótta fyri. Ella sagt øðrvísi, so var óttin ikki størri, enn hann plagar at vera.
- Eg haldi ikki, at mítt pláss er undir størri trýsti, enn tað hevur verið. Men mína vegna er tað helst gott, at tað ikki eru bløðini, sum seta liðið. Tað eru venjararnir, sum svara tí spurninginum, og so mugu teir gera av, hvør spælir hvar.
Men heldur tú sjálvur, at kritikkurin eftir dystin seinast hevur verið í lagi
- Tað er væl hugsandi, at eg havi spælt betri landsdystir, enn júst handan móti Malta. Men hinvegin haldi eg heldur ikki, at eg datt púrasta úr dystinum. Og at eg ikki skal tíma at spæla fótbólt. Tað er so nakað, sum eg sjálvur geri av, staðfestir royndi leikarin.
Og hann tykist eisini ætla sær at tippa kritikkin, um hann fær møguleikan á vøllinum leygardagin.
- Tað ger sjálvandi, at tú hevur nakað at prógva. Eg haldi eisini, at eg havi verið ógvuliga uppsettir til venjingarnar, so eg kann vísa millum øðrum fjølmiðlafólkunum, at teir eru farnir skeivir. Tíbetur, so er slík skriving tó ikki nakað, sum ávirkar venjararnar, Teir seta liðið eftir síni sannføring, og so mugu vit síggja, hvat teir koma til.

Skoraðu ov tíðliga
Fyri trimum árum síðani var føroyska liðið eisini í Sveis. Ta ferðina fekk liðið eina dreymabyrjan, tá John eftir fáum minuttum skoraði til 1-0, men síðani gekk minni gott. Sveisar vunnu dystin 5-1, og mest sum alla tíðina var talan um øgiligt trýst á føroyska málið.
Spurdur, hvørt føryska liðið kann nýta tann dystin til nakað í dag, heldur John ikki, at tað er so øgiliga aktuelt, men hann roknar tó við, at trýstið kann gerast tað sama.
- Skulu vit læra nakað av tí dystinum, so má tað vera, at vit ikki skulu skora ov tíðliga, tekur hann skemtandi til.
- Vit vóru eisini undir stórum trýsti, longu áðrenn vit skoraðu, og hóast vit so løgdu okkum á odda, so tóktist tað ikki nerta teir tað allar minsta. Teir fáa so eisini okkurt heppið mál, og so gera vit brotssørk í hópatali og fáa ein mann útvístan, so støðan kundi helst verið enn verri. Tað var jú eisini 5-1 hampuliga tíðliga í dystinum, minnir John á.
Kann tann dysturin eisini gera, at sveisarar hesa ferð fara at undirmeta føroyska liðið?
- Tað kann væl vera. Teir kunnu helst eisini lesa stigatalvurnar frá seinastu undankapping og síggja, at teir eiga at vinna dystin. Tað kann kanska gera, at teir taka eitt sindur lætt upp á uppgávuna. Tað vóna vit í øllum førum, at teir gera, og so er tað upp til okkum at gera okkum dælt av tí, sigur John Petersen at enda.