Fótbóltur
Pallurin og trýstið verða neyvan størri enn tað sama.
Rafael Benitez hevur sum venjari havt góð úrslit í Liverpool, men við fýra tapum á rað merkir hann nú av álvara trýstið frá bæði áskoðarum og eigarum. Enntá nøkrum eigarum, sum ikki alla tíðina hava bakkað eins treytaleyst upp um væl lýdda venjaran.
Sunnudagin klokkan 14 líkist tað einum do-or-die hjá Benitez, tá Liverpool á heimavølli tekur ímóti arvafíggindunum og meistarunum úr Manchester United.
Í gjár var tó lítið, sum bendi á, at Liverpool skuldi tapa dystin. Hóast fráveru av Torres, og einum Gerrard, sum noyddist skaddur út eftir bert 25 minuttum, so sat Liverpool tungt á tí mesta fyri steðgin, og tað var fult uppiborið, at Benayoun skoraði til 1-0, hóast málið sá heldur tilvildarligt út.
Eftir steðgin fall korthúsið tó saman. Gonalons javnaði fyri gestirnar, og í yvirtíðini avgjørdi innskifti Delgado dystin eftir kontraálop.
Atfinningarnar hava verið harðar í ensku miðlunum. Serliga viðvíkjandi avgerðini at brúka Steven Gerrard. Men Benitez lurtar ikki eftir hesum.
- Gerrard vildi spæla, og hann hevði vant við fullari ferð. So vit hildu hann vera til reiðar. At hann so verður skaddur, er svartasta óhapp.
Tey fýra tapini
29.09 Fiorentina-Liverpool 2-0
04.10 Chelsea-Liverpool 2-0
17.10 Sunderland-Liverpool 1-0
20.10 Liverpool-Lyon 1-2










