Trýstið á Alonso er øgiligt

Tað var greitt í kanadisku koyringini, at tvífaldi heimsmeistarin Fernando Alonso ikki kendi seg væl, tá hansara óroyndi liðfelagið Lewis Hamilton setti hann upp á pláss.

 

Alonso hevur ongantíð áður veruliga verið undir trýsti frá einum liðfelaga, og við nógvum villum í Kandaa vísti Alonso, at tílíkt trýst ikki er optimalar umstøður fyri hann. Í vikuni síðan kanadisku koyringina hevur Alonso eisini víst, at hann kennir seg sum ein trýstan mann. Tvífaldi heimsmeistarin man vera ein av best løntu formil 1 koyrarunum, og í Monako gav McLaren liðið unga liðfelaga hansara boð um at halda seg aftan fyri Alonso. Men hóast hetta segði Alonso í vikuni við eitt spanskt blað, at hann kendi, at liðið stuðlaði Hamilton meira enn honum.

Tað er tí greitt, at Alonso hevur nógv at prógva hetta vikuskiftið, tí byrjar hann ikki at vísa, at hann megnar at standa ímóti trýstinum frá liðfelaganum, so veksur trýstið alsamt, og hansara higartil sera góða umdømi kann gerast minni gott. Hamilton harafturímóti hevur á fyrsta sinni smakka ein sigur, og verður ikki lættur at steðga.