Trý steyp í danskari bogaskjótikapping

Um vikuskiftið var kappingin um Fredriksborg steypið í Hillerød í Danmark. Tríggir føroyskir skjúttar luttóku, og øll fingu heiðursmerki við til Føroyar. Talan er um tvær silvur og eina bronsu

Frederiksborg Pokalen, sum kappingin verður nevnd á donskum, er í Hillerød í Jútlandi á hvørjum ári.

Í ár vóru vaksnu recurveskjúttarnir, Jógvan Magnus Andreasen og Torfinn Hansen, báðir úr Vágaskoti, við til kappingina, umframt, Sirið Rein úr Tambum úr Havn í kadettbólkinum, sum eru ung millum 13 og 16 ár.

Vanliga eru bestu skjúttarnir í Danmark við til hesa kappingina, tí hetta er seinasta freist til úttøkuna til EM og HM-kappingar.


Silvur og bronsu

Millum tey vaksnu luttóku Jógvan Magnus Andreasen og Torfinn Hansen. Báðir luttóku í triðsterkasta bólkinum.

Við ávikavist 520 stigum hjá Jógvani Magnusi og 504 stigum hjá Torfinni, megnaðu teir báðir at fáa heiðursmerki í kappingini. Jógvan Magnus vann silvur og Torfinn vann eina bronsu.

Eftir at innleiðandi kappingin hevði verið, varð hugt eftir stigunum yvir alla kappingina. Við sínum 520 stigum var Jógvan Magnus Andreasen klárur til finaluumførini. Har møtti føroyski skjúttin einum donskum elituskjútta og tapti dystin við níggju stigum.


Silvur til ungdómin

Sirið Rein var einasti føroyski ungdómsskjúttin til kappingina. Hon hevði sum tann einasta fylt treytirnar fyri luttøku.

Hóast hon var einsamøll, sýntist hetta ikki ávirka hana. Hon gjørdist nevniliga nummar tvey millum genturnar í sínum bólki við 501 stigið.

Vinnarin hjá gentunum í hesum bólki fekk 22 stig fleiri enn Sirið Rein.