1. apríl 2004 høvdu trý starvsfólk á Frímerkjadeildini hjá Postverki Føroya 25 ára starvsdag, tær eru: Juliet Joensen, Anna Ásbjarnardóttir og Marianna Clementsen, allar úr Havn.
Tær vóru settar í fast starv 1. apríl 1979. Tá var Frímerkjadeildin í Varðagøtu, seinni bleiv flutt í Lucas Debesargøtu. Síðan 1982 hevur Frímerkjadeildin hildið til á Argjum.
Á Frímerkjadeildini er altíð mest at gera í sambandi við frímerkjaútgávur.
Myndatekstur:
25 ára starvsdagar á Frímerkjadeildini: f.v. Juliet Joensen, Anna Ásbjarnardóttir og Marianna Clementsen
Mynd: Kára Wacher










