Skuldin hjá Sands kommunu er umleið 21 mió. krónur, og tað svarar til næstan tvær álíkningar.
Brandur Sandoy, borgarstjóri sigur, at skuldin nú verður umfíggjað, men samstundis tekur kommunan eitt ódnartak fyri at minka um skuldina.
Skattainntøkan hjá kommununi næsta ár er mett til 13 mió. kronur, sum er sama upphædd sum í fjør.
Av teimum skal kommunan gjalda umleið 3,5 mió. krónum í avdráttum og rentum.
- Skuldin er ein tung byrða, men tað skal ganga, sigur Brandur Sandoy.
Summarhúsøki
Hóast stóra skuld er rúm á fíggjarætlanini fyri nýggjari íløgu, sum verður eitt summarhúsøki.
Økið, sum lagt er av til summarhúsøki, liggur Handan Hamralíð, uttan fyri bgdina yvir móti Grótshúsvatni.
Brandur Sandoy sigur, at kommunan hevur fingið onkrar frispurningar um grund at byggja summarhús á.
13 grundir verða útstykkjaðar á sethúsaøkinum, og stykkini verða seld óplanerað.
Rindar skúlaskuld
Skúlasambandið í oynni hevur samtykt at leggja nýtt graslíki á vøllin við Meginskúlan, men treytin er, at Sands kommuna rindar sína skuld til skúlan. Skuldin er hálv onnur millión, sum kommunan nú fer at gjalda, men harfyri er ikki ætlanin at tyngja um lánibyrðuna, sigur Brandur Sandoy.
Bíligari barnaansing
1. januar í ár fór barnagarðurin á Sandi frá at vera sjálvsognarstovnur til kommunalan stovn.
Brandur Sandoy sigur, at í ár eru gjørdar stórar sparingar á stovninum. Sparingarnar hava havt við sær, at leiðarin helt tað vea ráðiligt at lækka foreldragjøldini fyri barnaansing.
Og tað samtykti kommunustýrið á fundinum mikukvøldið at gera.
Frá 1. januar fer heildags vøggustovupláss at kosta 2275 krónur, hálvdags 1275 krónur.
Heildags barnagarðspláss frá at kosta 1900 krónur, hálvdags 1050 krónur.
Kostnaðurin fyri frítíðarskúlapláss verður 1000 krónur.
Gjøldini eru sera ymisk frá kommunu til kommunu. Gjøldini á Sandi liggja nú í miðuni av, hvat foreldur í ymisku kommunum gjalda, sigur Brandur Sandoy.