VÍF og H71 skulu vinna í dag fyri at hava samband við KÍF, sum í gjár vann greitt á Kyndil. Hjá kvinnum er søgan tann saman. Tað er Neistin og hini.
VÍF hevur reist seg eftir ósigurin fyri H71, og hevur vunnið tveir torførar útidystir móti Kyndli og KÍF. Teir eru á vitjan hjá StÍF, sum somuleiðis hevur vunnið tveir teir seinastu dystirnar. Tó móti botnliðnum Team Klaksvík og Neistanum. StÍF er bara trý stig frá oddinum, men úrslitið seinast móti VÍF bendir á, at tað eru teir bláu og gulu úr Vestmanna, ið eru favorittar. Tá vann VÍF 29-23.
Neistin hevur tað ikki lætt í ár. Teir plaga at megna at fylgja við í ein hálvleik, áðrenn orkan gongur undan. Liðið er nýtt og venjarin, Áki Mørk, hevur sagt, at tað í ár snýr seg um at menna leikarar.
Teir fáa vitjan av einum H71 liðið, sum hevur vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar. Siðani teir mitt í farna mánaði taptu á Skála, so hava teir vunnið á VÍF, Team Kalksvík og Kyndli. Ongin ivi um, at hoyvíkingar eru stórir favorittar at vinna grannauppgerðina á Hálsi sunnudagin.
Neistin og hini
Hjá kvinnunum er tað Neistin og so hini. Tær eru í serflokki og liggja langt fremst. Neistin spælir sunnudagin móti Stjørnuni, sum mikukvøldið tapti fyri VÍF/Tjaldur.
Á Skála skal VÍF/Tjaldur royna at halda fram við góðu gongdini, nú liðið hevur vunnið tveir dystir á rað.
Atlantic Airways deildin:
StÍF VÍF 16:00
Neistin H71 16:00
Fremsta deild kvinnur:
Neistin Stjørnan 14:30
StÍF VÍF/Tjaldur 14:30