Trýst á hýsuprísinum

Tann góði hýsuprísurin hevur gjørt, at munandi meiri hýsa hevur verið á Fiskamarknaðinum enn frammanundan, men í dag var so nógv hýsa, at prísurin fall.

Fleiri línuskip seldu í dag, og fleiri teirra høvdu rættiliga fitt av hýsu, so tilsamans vóru 80 tons á uppboðnum. Tað ávirkaði prísin. Tann størsta hýsan fór fyri 10,99 krónur í meðal, hýsa II fór fyri 10,38 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 9,80 krónur fyri kilo.

Okkurt línuskip hevði verið undir Íslandi og hevði nógva brosmu og longu, men prísurin var í lægra lagi. Mest var av longu II, sum fór fyri 9,95 krónur, og prísurin á brosmu var 6.00 krónur.

Góð 30 tons vóru av toski, mest av toski III, sum fekk meðalprísin 11,66 krónur.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin knappliga 210 tons í dag fyri tvær milliónir og 160.000 krónur.