Trýst á evruni

Í Bruxelles stúra fleiri fyri, at virðið á evruni kann fara at fella nógv orsakað av teimum stóru búskapartrupulleikunum, sum nøkur av evrulondunum eru í. 16 lond eru í evrusamstarvinum, men kappingarstøðan hjá londunum er so ymisk nú, at tað kann hótta felags gjaldoyrað og álitið á tí, skrivar týska tíðindastovan DPA.

Tað eru serliga Grikkaland, Spania og Írland, sum hava stórar trupulleikar við stórum fíggjarlógarhalli, stórari almennari skuld og tí eisini støðugt veksandi rentuútreiðslum.