Fraklendingar eru alt annað enn fegnir um byrjanina, sum Frakland hevur fingði upp á HM-undankappingina. Leygardagin togaði Frakland við neyð og deyð ein 2-2 javnleik heim móti Rumenia, og eftir dystin vildi franski fótbóltsforsetin, Jean-Pierre Escalettes, als ikki siga nakað um stuðulin, sum landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, hevur. – Vit skulu hugsa um dystin móti Tunis týsdagin. Mikudagin hava vit fund, og har síggja vit, hvør støða okkara er, sigur Escalettes við Sporting Life.
LesarabrøvLesarabrøv










