HB, Víkingur og B68 vunnu øll sínar dystir í gjár. Hesi liðini eru tey, ið liggja omanfyri NSÍ á stigatalvuni. Á fimta plássið – beint aftanfyri NSÍ – liggur EB/Streymur, sum eisini vann sín dyst í gjár.
Harvið er trýstið á NSÍ rættiliga stórt, um teir ynskja at halda tørn millum fremstu liðini í deildini.
Munur á trýsti
Hinvegin er trýstið á ÍF ikki minni. Øll liðini, ið liggja aftan fyri ÍF á stigatalvuni, taptu sínar dystir. 07 Vestur, KÍ og AB fóru øll heim við ongum í gjár. Harvið hevur ÍF gyltan møguleika fyri at leggja sjógv í millum seg og áðurnevndu lið. Ein sigur hevði eisini havt við sær, at fuglfirðingar yvirhála B36 á stigatalvuni, sum jú eisini tapti í gjár.
Við øðrum orðum skal ÍF vinna fyri at sleppa frá hinum í botninum, meðan NSÍ skal vinna fyri yvirhøvur at fylgja við.
Eru væl fyri
Til uppgávuna í kvøld, eru bæði lið væl fyri. Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, segði við Rás2 í gjárkvøldið, at burtursæð frá onkrum smáskaðum, eru allir mans tøkir. Somuleiðis ásannaði hann, at frágongdin av Hjalgrím Elttør og Høgna Madsen og tilgongdin av Christian Høgna Jacobsen hava við sær, at liðið spælir nakað øðrvísi fótbólt nú enn áður.
Eisini fuglfirðingar eru væl fyri í kvøld. Tað er bara Hanus Eliasen, ið ikki fær spælt bólt í løtuni. Rógvi Jacobsen nærkast fullgóðari venjingarstøði, umframt at Nenad Saric eisini er tøkur aftur í kvøld.
NSÍ í ÍF
Merkisvert við dystinum í kvøld er, at tá fuglfirðingar koma á vitjan hjá NSÍ, eru tað fleiri mans í og kring hópin hjá ÍF, sum eru uppvaksnir við Løkin í Runavík.
Andy Olsen skifti frá NSÍ til ÍF í fjør, og í ár hevur Øssur Dalbúð gjørt sama skifti. Umframt teir er eisini annar av venjarunum hjá ÍF, Abraham Løkin, NSÍ’ari.
Um hetta fer at hjálpa ÍF í dystinum í móti NSÍ í kvøld er ilt at siga, men fuglfirðingar hava havt tað ógvuliga trupult í móti NSÍ seinastu dystirnar.
Myndatekstur:
Andy Olsen er av trimum í ÍF, sum er uppvaksin við Løkin í Runavík, har fuglfirðingar vitja í kvøld