Svenska løgreglan leitar eftir trimum smábørnum, sum hvurvu í býarpartinum Högsbo í Göteborg í gjárkvøldið. Sambært løgregluni eru børnini eitt, tvey og fýra ára gomul. Mamman at børnunum hevur greitt frá, at hon fór inn í eina íbúð, meðan børnini bíðaðu uttanfyri. Men tá hon kom útaftur, vóru eingi børn at síggja.
Børnini hvurvu um sjeytíðina í gjárkvøldið, og síðani hevur løgreglan leitað eftir teimum.
Jan Caiman hjá løgregluni í Västra Götaland sigur við svensku tíðindastovuna TT, at tað er ikki óhugsandi, at talan kann vera um eina brotsgerð.










