Trý skotin við boga og ørvi

Trý fólk eru deyð aftan á eitt álop á ein lærdan háskúla í býnum Casper í amerikanska statinum Wyoming, og tað sermerkta við hendingini er, at sambært vitnum vórðu tey skotin við boga og ørvi.

Løgreglan sigur, at ein maður skeyt ein næming og ein lærara og síðani seg sjálvan. Løgreglan vil ikki vátta, at drápsmaðurin brúkti boga og ørv, men sigur kortini, at hann brúkti ikki skammbyrsu.

Sum skilst var drápsmaðurin ikki næmingur á skúlanum, men løgreglan sigur, at hann hevði eitt ella annað tilknýti til tey, sum hann skeyt.

Umleið 4.000 næmingar eru á lærda háskúlanum í Casper.