Træskipini á veg

Føroysku træskipini, sum í gjár fóru til Danmarkar í samband við at Merkið gerst 100 ár, eru nú ávegis.

Hesa myndina omanfyri tók Páll G. Jacobsen umborð á sluppini Johannu TG 326. Myndin er tikin nakrar tímar eftir, at flotin legði frá landi. Flotin fór av Havnini seinnapartin í gjár.

Føroysku træskipini, sum eru við á ferðini, eru Johanna, Westward Ho, Dragin, Tórshavn, Norðlýsið, Heimdal og Norðan.

Myndina omanfyri legði Páll G. Jacobsen á facebook í gjár, meðan netsamband enn var, og hann skrivar undir myndini, at alt hevur gingist væl og at støðan er góð umborð á Johonnu.

 

Mynd: Páll G. Jacobsen