Ótrúskapur feldi CIA-stjóran

David Petraeus, sum hevur verið stjóri í amerikonsku fregnartænastuni CIA síðani í september í fjør, hevur nú verið í Hvítu Húsunum og sagt seg úr starvinum. Orsøkin er, at hann hevur verið konu síni ótrúgvur. Petreaus og konan, Holly, hava verið givt í 37 ár.

David Petraeus, sum er ein tann mest heiðraði generalurin í USA, stóð á odda fyri teimum útlendsku herdeildunum í Adghanistan, áðrenn hann bleiv settur sum stjóri í CIA.

Eygleiðarar í Washington siga, at hendingin við David Petreaus kemur Barack Obama, forseta illa við, tí roknað varð við, at forsetin fór at geva Petreaus sæti í tjóðskaparliga trygdarráðnum.

Fyribils hevur varaleiðarin í CIA, Michael J. Morell, tikið við eftir Petreaus.