Ingolf S. Olsen
Tá Karsten Hansen, heilsumálaráðharri, tíðliga í hesum mánaðinum legði sítt upplegg til aðalorðaskifti um eina heilsunýskipan fram í Løgtinginum, skaraðu sjúkrahúsini fram úr í frágreiðingini. Ikki tí tey fyltu so nógv, men tvørturímóti tí tey næstan ikki vórðu nevnd.
Sostatt stendur ikki eitt orð um, hvussu landsstýrismaðurin ítøkiliga ímyndar sær uppgávubýtið millu sjúkrahúsini.
Í staðin snýr heilsunýskipanaruppskotið seg mest um fyribyrging úti í nærøkjunum, fyri at so fá sum gjørligt yvirhøvur skulu fáa tørv á sjúkrahúsviðgerð.
Men landsstýrismaðurin ger tó púra greitt, at hann ongar ætlanir hevur um nakað sum líkist eini samanlegging av teimum trimum sjúkrahúsunum.
- Viðgerð og fyrbyrging skal verða so tætt at borgarunum sum gjørligt. Tí skulu vit framhaldandi hava trý sjúkrahús, men endamálið við heilsunýskipanini er hinvegin, at vit skulu hava eitt heilsuverk, greiðir Karsten Hansen frá.
Týdningamesta fyri ikki at siga einasta nýskipanin í sjálvum sjúkrahúsverkinum er, at ein góðskutryggingarskipan skal setast í verk, og at óætlaðar hendingar, eitt nú skeiv medisinering ella feilviðgerðir, skulu fráboðast.
- Hetta hevur leingi verið galdandi í grannalondunum, men ikki í Føroyum. Tað kann tykjast løgið, tí tú kanst ikki taka eina hýsu í land uttan so, at virkið hevur allar møguligar góðskugóðkenningar, meðan ongi krøv hava verið til góðskuna, tá fólk verða viðgjørd. Fráboðanarskyldan hevur sjálvsagt til endamáls at fyribyrgja, at somu feilir henda aftur, men samstundis fer hon at gera tað lættari hjá sjúklingum og avvarandi at seta seg ígjøgnum í teimum førum, tá feilir eiga at føra til endurgjald, sigur Karsten Hansen.
(Fakta)
Vit skulu framhaldandi hava trý sjúkrahús, men hvussu uppgávubýtið teirra millum skal verða, verður onki sagt um í heilsunýskipanaruppskotinum hjá landsstýrismanninum í heilsumálum.
Verandi sjúkrahúslóg staðfestir talið á sjúkrahúsum og hevur ásetingar um, hvussu tey skipa seg, og um samstarv og sergreinar. Tær báðar fyrstu greinarnar ljóða soleiðis:
§ 1. Sjúkrahúsverkið fevnir um trý sjúkrahús. Sjúkrahúsini eru Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús.
Stk. 2. Við hvørt av sjúkrahúsunum verður í minsta lagi skipað/sett eitt medisinskt og eitt kirurgiskt yvir-læknastarv.
Stk. 3. Til sjúkrahúsverkið hoyra eisini serligir stovnar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvørjir serligir stovnar hoyra undir sjúkrahúsverkið og teirra virki.
§ 2. Sjúkrahúsini hava rætt og skyldu at veita hvørjum øðrum tænastur, ið kunnu betra um viðgerðartilboðini og raksturin innan sjúkrahúsverkið. Sjúkrahúsini kunnu gera samstarvsavtalur fyri at betra viðgerðartilboðini og raksturin innan sjúkrahúsverkið.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna allar samstarvsavtalur, ið hava týdning fyri sjúkrahúsverkið.
Stk. 3. Við øll sjúkrahúsini kunnu setast á stovn sergreinar eftir góðkenning frá landsstýrismanninum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um bygnað og fyrisitingarlig viðurskifti á sjúkrahúsunum.
(Mynd) – Vit skulu hava trý sjúkrahús, men bara eitt heilsuverk, sigur Karsten Hansen, heilsumálaráðharri.










