Við byrjunarstøðu á geil fýra vóru føroysku kvinnurnar styrkismettar hægst, tá tær fóru ígongd við stafettina.
Við gullmerkjum, føroyskum meti og oyggjaleikameti undirstrikaðu tær eisini væl og virðiliga, at tær megnaðu at liva upp til heitið. Men eftir kappingina vildu tær avgjørt ikki siga, at tær høvdu kannað sær bitan áðrenn hann varð svølgdur.
- Tað kanst tú ikki. Tú veitst jú ongan tíð áðrenn, um tú vinnur eina kapping.
Men har var nú stórur munur til næsta liðið?
- Trý sekund. Og tíðin var tvey sekund betri enn gamla oyggjaleikametið!
Og var tað kanska betri, enn tit høvdu torað at droymt um?
- Ja. Sjálvandi vilt tú altíð fara eftir tí optimala, og vit vildu veruliga royna at taka metið. Og tað eydnaðist so rættiliga væl, var flennandi svarið.
Tosað hevur annars verið um, at hylurin her ikki var til tey heilt stóru metini. Tað sær ikki út til, at tað hevur bilað nakað, kortini?
- Tey siga, at hann er 17 cm meira enn teir 25 metrarnar, so tað kann væl svimjast enn skjótari. Tú skalt so í øllum førum ikki siga, at vit ongan tíð fara at svimja stafettina betri.
Tað gera tit kanska um tvey ár?
- Hvør veit. Tað klára vit vónandi, søgdu tær fýra, Shaila millum Garðarnar, Mona Simonsen, Jutta Thomsen og Elspa Mørkøre.










