Á útróðri á netinum

Nú ein dagin, kom okkum á K.T.-horninum til hugs, at royna nakrar føroyskar heimasíður. Talan var um eina óformella ferð út á netið ? ein róður. Tað sum stendur niðanfyri, er tað vit funnu gjøgnum ein seinnapart.

Vit byrjaðu á heimasíðuni hjá VIT og øðrum, ið nevnist in.fo, og funnu nakrar fittar slóðir, ið lógu undir heitinum: "Nýggjar", ið eru feskastu heimasíðurnar á føroyska partinum av Alnetinum.

  Fyrst vóru vit ein túr inni á heimasíðuni hjá Miðflokkinum, og fregnaðust um hvat rørir seg á hesum partinum á politiska víðvøllinum.

  Vit ganga út frá at heimasíðan hjá flokkinum er nýggj, tí hóast hon er sera snotisliga uppsett, á trimum málum, so høvdu bert 97 fólk verið har frammanundan okkum. Hartil vóru tað bert tvær slóðir, ið riggaðu, nevnliga Forsíðan og Nýtt. Annars funnu vit eina grein um, at Jenis av Rana ruddar forsíðuna á Dimmalætting, og eina fitta mynd av manninum, ið myndar flokkin úteftir.

Mynd av heimasíðuni hjá Miðflokkinum


Síðani gekk leiðin víðari til aðrar heimasíður, og millum nýggju føroysku síðurnar funnu vit eina slóð, ið nevndist Night Walker. Hetta var eitt sera spennandi mið. Men um vit skulu vera heilt erligir, so funnu vit ongantíð út av hvat hendan heimasíðan gekk út uppá.

  Talan var um eina føroyska slóð (halda vit), men alt var sett upp á enskum. Ikki tí enska sum vit vanliga kenna, men hetta nýggja enska, har tøl og vanligir stavir, nú ikki eru stavir longur, men dulnevni fyri orð. Ja, ja soleiðis er tað við hesum ungu vildi onkur sagt, men frískligt, um ein ikki hevur málsligar fordómar hesum viðvíkjandi.

  Annars ein sera flott síða, í besta Science Fiction stíli.

Mynd av heimasíðuni hjá Night Wlaker


Á vegunum til næstu síðuna, duttu vit um heimasíðuna hjá Náttarravnunum í Sortudýki. Sætt at siga, so er heimasíðan hjá Útvarp Føroya blivin rættiliga umfatandi, og ein ørgrynna av tilfari liggur á undirsíðunum, eisini hjá Náttarravnunum.

  Eitt sum ÚF brúkar, er at allar sendingar hava fingið sína egnu heimasíðu, soleiðis at øll starvsfólk á stovninum eru við til at menna teirra kunningarkervi, og tað er næstan ov genialt.

Mynd frá heimasíðuni hjá Náttarravnunum


At enda á ferð okkara, funnu vit eina sera forvitnisliga privata heimasíðu, ið er lýst sum Eina Hansen, Webdesignari. Vit funnu út av, at talan eru um unga føroyska kvinnu, sum hevur fingið sær útbúgving innan heimasíðusmíð, og starvast á økinum í danskari fyritøku.


Tað sást eisini beinanvegin, at hóast talan var um privata heimasíðu, so var hon sera professionelt uppsett.

  Vit dvølja ikki longur her, men til seinast skal viðmerkjast, at á síðuni hjá Einu Hansen funnu vit ? eftir okkara hugsan ? nøkur góð ráð til fólk ið ynskja at gera sína egnu heimasíðu, og hava tikið hesi við niðanfyri.


Annars er okkara fatan, at heimsins besta dagdvølja er ein túrur til útrógvar á netinum. Tí tá hendir altíð okkurt, og ein kann risikera at læra nakað av tíð. ? Góðan róður.


finn@sosialurin.fo



Nøkur designráð sum føra til

eina brúkaravinarliga heimasíðu


1.Set brúkaran í centrum:

Hvørjar upplýsingar og tænastur ynskir brúkarin?

2.Vís navigatiónsmøguleikarnar týðiliga.

3.Bjóða brúkaranum so fáar valmøguleikar sum gjørligt.

4.Nýt ein breiðan struktur á síðini, ístaðin fyri ein djúpan

í mesta lagi trý klikk til innihaldið.

5.Brúka somu navigeringsknappar o.s.fr. á øllum síðunum.

6.Skjótleiki

Ein heimasíða má ikki taka ov langa tíð at downloada.

Legg ikki óneyguan og tungan grafikk á síðuna,

uttan ein serlig orsøk er til staðar.


Kelda: hjem.get2net.dk/eina/