Tað var kortspæl í Leirvík seinnapartin. TB vitjaði, og dómarin, Rúni Gaardbo, hevði fjúrtan ferðir gula kortið á lofti. Tríggjar ferðir bar tað reyð kort við sær. Magnus Skoralíð hjá LÍF reyk út longu eftir ein hálvan tíma, Óli Johannesen hjá TB sá reytt í 86. minutti, og Adrian Joensen hjá LÍF sá reytt í síðsta minutti.
Øll trý málini vórðu skorað upp á fríspark. Óli Johannesen legði TB framum eftir eitt korter. Bárður á Lakjuni javnaði eftir ein tíma, og Arnhold Joensen skoraði sigursmálið hjá LÍF í 77. minutti.